Innanlands

Eitt harðskapsmál meldað í nátt

Løgreglan hevur eisini havt onkrar smærri uppgávur í sambandi við Voxbotn, men har er einki mál skrásett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-28 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hjá løgregluni hevur verið merkt av Voxbotn í Havn. Nógv fólk vóru í býnum, men løgreglan hevur ikki havt nakað mál í sambandi við tiltakið, tó onkrar smærri uppgávur hava verið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

– Telefonin ringdi nógv, vit hava loyst onkrar smærri ósemjur og koyrt fólk til hús, og annars hava samarittarnir verið øgiliga raskir við at taka sær av fólki, sum eru komin illa fyri, sigur vaktleiðarin.

Lagt verður afturat, at løgreglan í løtuni kannar eitt harðskapsmál, sum varð meldað í nátt, men tað hevur einki við Voxbotn at gera.

Talan var um eina illstøðu millum tveir persónar í Suðurstreymoy, sum endaði við, at annar varð sligin og fekk eitt sindur av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder