Uttanlands

Hitin aftur sett met í Týsklandi: Yvir 29 stig í nátt

Bæði leygardagin og sunnunáttina vórðu hitamet sett í Týsklandi

Hitabylgja í Berlin (Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)

Hitabylgja í Berlin (Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-28 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt varð enn eitt hitamet sett í Týsklandi.

Í Kubschütz í statinum Sachsen í eystara parti av Týsklandi, varð hitin máldur til 29,4 stig. Tað er higartil heitasta náttin, sum nakrantíð er máld í Týsklandi.

Gamla metið varð sett í august 2003, tá 27,2 hitastig vórðu skrásett í Weinbiet i statinum Rheinland-Pfalz, skrivar Ritzau.

Eins og onnur lond í Evropa, hevur Týskland verið rakt av hitabylgju seinastu dagarnar, og leygardagin varð eisini heitasti dagur í Týsklandi, tá hitin kom upp á 41,5 stig í statinum Sachsen-Anhalt.

Fríggjadagin varð eisini boðað frá metnógvum hita, tá 41,3 stig vórðu skrásett. Undanfarna metið var frá juli 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder