Iran fordømir amerikansk álop á eina iranska radarastøð á iransku suðurstrondini og metir álopini vera brot á avtaluna um vápnahvíld, sum USA og Iran gjørdu miðskeiðis í juni.
Amerikanski herurin váttar, at hann annan dagin á rað hevur framt álop á iransk mál.
Grundgevingin hjá amerikanska herinum er, sambært Ritzau, at talan er um aftursvar fyri álop, sum Iran sigst at hava framt móti handilsskipum í Hormuzsundinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump legði leygardagin Iran undir at hava brotið avtaluna um vápnahvíld og hótti samstundis Iran við at taka uppaftur álop á Iran.
Avtalan um vápnahvíld millum USA og Iran gevur partunum 60 dagar at samráðast um eina endaliga friðaravtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald