Uttanlands

Semja um at steðga álopum

USA og Iran eru samd um at steðga við at leypa á hvønnannan, og týsdagin verður fundur millum partarnar í Katar

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-29 08:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Iran eru samd um at steðga við at leypa á hvønnannan, siga amerikonsk embætisfólk við amerikanska miðilin Axios og tíðindastovuna Reuters.

Samstundis hava partarnir ætlanir um at hittast týsdagin í Doha, høvuðsstaðnum í Katar fyri at royna at loysa ósemjuna um Hormuzsundið, skrivar Ritzau.

Miðskeiðis í hesum mánaðinum samdust USA og Iran um eina avtalu um vápnahvíld, sum gav USA og Iran 60 dagar at samráðast um eina endaliga friðaravtalu.

Síðan hava bæði USA og Iran boðað frá brotum á vápnahvíldina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder