Hitabylgjan í Evropa seinastu vikuna kann hava kravt fleiri enn 1.300 mannalív, skrivar aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum (WHO), Tedros Adhanom Ghebreyesus á sosiala miðlinum X.
Seinastu vikuna hevur Evropa verið rakt av hitabylgju, sum hevur sambært Ritzau sett hitamet í fleiri londum, m.a. Danmark, Týsklandi og Stórabretlandi.
Síðan 21. juni eru yvir 1.300 fleiri andlát enn vanligt skrásett í sambandi við hitabylgjuna í Evropa, skrivar hann.
Aðalstjórin ávarar um, at ógvusligur hiti kann vera heilsuskaðiligur, og evropeiskir bústaðir, arbeiðspláss og skúlar eru ikki gjørdir til slíkan hita.
Tedros Adhanom Ghebreyesus gevur veðurlagsbroytingum skyldina fyri hitabylgjuna.
– Tær hitabylgjurnar, vit fyrr upplivdu eina ferð per ættarlið, henda nú nærum hvørt ár. Tær koma av veðurlagsbroytingum og globalari upphiting. So vit vóru ávarað, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald