Tá ið skúlaárið byrjar aftur í august, verður fyri fyrstu ferð breyt í Námi X í føroyskum sum annaðmál.
Helmingurin av teimum sekstan næmingunum, sum hava valt ta breytina, eru ukrainar, sum hava gingið í Eysturskúlanum í nøkur ár.
- Skúlin fær tillutað eitt ávíst tímatal til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har ein partur fer til flokkin í Nám X og ein partur til hinar næmingarnar í grunddeild og miðdeild, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum við Skúlablaðið.
Næmingarnir, sum hava gingið í móttøkuflokkinum í Eysturskúlanum fyri ukrainar í ár, eru fyrst og fremst næmingar í hádeild. Seks teirra vórðu lidnir við 9. flokk í ár; teir fáa ikki fult 9. floks prógv, tí teir hava bara verið endaliga uppi í støddfrøði og enskum. Allir halda fram á nýggju breytini á Nám X. Ein ukrainskur næmingur í 9. flokki fer eisini á nýggju breytina; tað verður gjørt, fyri at so nógvir næmingar sum til ber kunnu fáa gagn av tilboðnum á nýggjum breytini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald