2026-06-30 08:20
Løgreglan tók um døgurðaleitið í gjár fimm bilførarar fyri ov nógva ferð í Eysturoynni.
Tveir ungir bilførarar fingu eina keðiliga byrjan uppá summarferiuna. Teir vóru tiknir fyri at koyra ávikavist 119 km/t á landsvegi og 84 km/t í bygdum øki.
Harumframt var ein tikin fyri at 84 km/t í bygdum øki og har verður lagt upp til treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tveir bilførarar fingu eisini klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald