Í summar eru tað íslendingar, sum hava kvalir av umhvørvisaktivistinum Paul Watson, sum við skipi sínum Bandero er í íslendskum sjóøki.
Íslendska verju- og bjargingarskipið Þór fylgir skipinum hjá Paul Watson vestanfyri Ísland. Sambært Morgunblaðnum er hetta tó ikki í økinum har sum skipini hjá Hvalur hf skjóta hval.
Tað er hvalaveiða, sum Paul Watson og hansara fólk ynskja at steðga, og á sosialum miðlum hevur hann boðað frá, at tey fara at gera hvat sum helst fyri at røkka máli sínum.
Átakið hevur fingið navnið "Operation 86", sum sipar til árið 1986 tá limir í felagsskapi hansara sukku tvey hvalaskip í Reykjavík.
Íslendska sjóverjan fylgir skipinum og virkseminum tætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald