Smyril sigldi við trimum motorum í gjár, mánadagin 29. juni, og tí boðaði Strandferðslan frá møguligum seinkingum.
Men arbeiði á kølivatnsskipanina umborð er nú liðugt, og Smyril siglir aftur við øllum fýra motorunum í dag.
Í morgin verða tveir av túrunum í ferðaætlanini tó ikki sigldir
Orsøkin er eftirlit á eldávaringarskipanina.
- Vegna eftirlit á eldávaringarskipanina umborð á Smyril verða hesir túrar ikki sigldir mikudagin 1. juli: Kl. 08.45 av Havnini og kl. 11:30 av Krambatanga
Hetta skrivar ssl.fo, sum eisini kunnar um, at man harvið kann bóka nýggja ferð ella broyta bíleggingina á heimasíðuni.
Harvið verða fýra túrar um Suðuroyarfjørð í morgin heldur enn seks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald