Innanlands

Betri Banki hækkar renturnar við 0,25 prosentstigum

Broytingarnar koma í gildi 15. august

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-30 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Betri Banki hækkar nú renturnar. Hesum boðar bankin frá seinnapartin.

Danski Tjóðbankin hækkaði 12. juni leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar. Fyri privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 15. august 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder