Elin Neshamar Olsen, sum býr í Klaksvík, vaks upp í Paamiut í Suðurgrønlandi. Hon hevur lisið grønlendskt á grønlendska universitetinum, har hon stundum undirvísir í grønlendskum. Hon arbeiðir eisini við at umseta til og úr grønlendskum, og yvirhøvur kennir hon seg bæði sum grønlending og føroying.
Elin vaks upp í einum grønlendskum samfelag við grønlendskum barnavinum. Men hóast hon fyri tað mesta var tann einasta, sum ikki upprunaliga var grønlendsk, sum gekk í flokkinum hjá sær, kendi hon seg ikki øðrvísi.
- Eg havi hugsað um tað seinni, at tað sum eg sá við mínum eygum var, at øll sóu líka út. Eg havi sæð ørvísi út í fjøldini, men man sær jú ikki seg sjálvan, og er tí heldur ikki tilvitaður um tað, greiðir Elin frá.
Meðan danskt hevur lítið at siga í føroyska samfelagnum í dag ímun til áður, er støðan als ikki tann sama í Grønlandi. Bæði í umsitingini og í eini ørgrynnu av almennum størvum, verður tosað danskt. Tí er málspurningur stundum rættiliga politiskur í Grønlandi. Ikki øll í Inatsisartut – grønlendska tjóðartinginum – tosa grønlendskt, og tí verður tulkað beinleiðis millum málini á tinginum har. Og eins og í Føroyum, hevur málið sín leiklut, tá tað kemur til tjóðskaparrøðrsluna.
- Fyri eini tíggju árum síðani byrjaði man at merkja, at grønlendksa málið varð lyft uppaftur, og at grønlendsk mentan varð vird meira, sigur Elin, sum hevur sæð hvussu ung fólk brúka málið á eitt nú sosialum miðlum, og at tað samantvinnar ta annars geografiskt stóru oynna. Men hon greiðir eisini frá, at meðan tað í ávísan mun hevur ført til andstøðu móti donskum, er danskt eisini minni týdningarmikið av øðrum grundum.
- Vit hava seinastu árini fingið nógva tilflyting av eitt nú asiatum. Tá man er í býnum, sær man ikki bara grønlendingar og danir, men fólk úr øllum heiminum, sigur hon, og greiðir frá, at enskt tí eisini vinnur fram í Grønlandi.
Hoyr fyrstu sendingina í podvarpsrøðini um Føroyingar og grønlendska sjálvstýristráðanin, har Regin Winther Poulsen tosar við Elina Neshamar Olsen. Parturin verður eisini sendur á FM1 kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald