Tá Áki Gaardbo Olsen og konan, Sóllind á Sondum Olsen, fluttu heim úr Grønlandi í 2019 eftir at hava verið í landinum í tvey ár, var tað sum okkurt ikki var heilt rætt.
- Eg føldi beinavegin, tá eg kom heim, at eg var ikki liðugur við at vera her. Tað var konan
heldur ikki, og í so máta heldur ikki sonurin, sigur Áki, sum arbeiðir sum løgreglumaður í Nuuk.
Tey bæði gjørdu skjótt av og fluttu aftur til Nuuk, har tey hava búð síðani. Áka dámar lívið í Grønlandi við báti og stórlatnari náttúru, og starvið sum løgreglumaður er spennandi. Men stundum er starvið eisini avbjóðandi. Hann arbeiðir á kanningardeildini hjá løgregluni, og ferðast javnan kring alt landið at kanna dráp, drápsroyndir og møgulig sjálvmorð. Hann hevur ferðast kring næstan alt landið í arbeiðsørindum.
- Fyri tveimum vikum síðani var eg eitt nú í Qaanaaq, sum er norðan fyri Thule. Tað er ein av norðastu býðunum í heiminum. Og har var minus 35 kuldastig. Allur fjørðurin var frystur, so tú kanst als ikki sigla hagar ein stóran part av árinum, sigur Áki.
- Tað sum stendur á komfýrinum har er altíð hvalur, kópur ella fiskur, sum tú hevur fangað sjálvur, greiðir hann frá.
Hóast starvið hjá Áka ikki er politiskt, merkist tað stundum, at hann umboðar ein danskan myndugleika, tá hann kemur á eitt stað, har støðan er spent.
- Tá vit koma út til fólk til eina uppgávu, merkir man væl, at vit koma har sum dosnk makt. Eg havi sjálvur eitt snildi, sum eg ofta havi brúkt. Eg royni uppá onkran máta at siga, at eg eri ikki danskari, men føroyingur, greiðir Áki frá. Sambært honum, kann tað broyta støðuna munandi og gera arbeiði lættari, tí at støðan millum danir og grønlendingar kann gerast spent, eisini millum starvsfólk hjá løgreglustøðini.
- Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg eri komin onkustaðni tí at tað er húsaófriður, men at tað endar við at eg standi og práti um onkran føroying, sum viðkomandi hevur silgt saman við. Tað er øgiliga vanligt, sigur Áki.
Áki var eisini mitt í rokanum, tá amerikumenn vildu yvirtaka oynna. Hann minnist tá sonur amerikanska forsetan kom á vitjan.
- Eg stóð har og sá flogfarið lenda, og hugsaði við mær sjálvur, at hettar er ikki stuttligt. Hettar er ikki til stuttleikar, greiðir Áki frá.
Hoyr aðru sendingina í podvarpsrøðini um Føroyingar og grønlendska sjálvstýristráðanin, har Regin Winther Poulsen tosar við Áka G. Olsen:
Loysir seg sum løgreglumaður í Nuuk at siga at man er føroyingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald