- Sorgin merktist í hvørjum háli, meðan eg í vónloysi hugsaði um, hví óføddu eftirkomarar okkara endaðu í tí vanlukkuligu støðuni, sum dagurin í dag, 1. juli 2026, fer at bera nøkrum teirra.
Hetta skrivar Jenis av Rana í fráboðan til miðlarnar í morgun. Hann hevur vundið flaggið á hálva stong í Trongisvági, nú nógv umstrídda fosturtøkulógin er komin í gildi í dag.
- Hví sleptu 17 av 33 tingfólkum í seinastu samgongu tí veikasta føroyinginum, ófødda barninum í móðurlívi, upp á fjall?
Hví valdu hesir politikarar, heldur enn at rætta børnum, mammun og foreldrum hjálpandi hond, at fjala andlitið fyri neyð teirra, spyr tingmaðurin.
Nýggja fosturtøkulógin hevur við sær, at fosturtøka nú er lóglig fram til 12. viku.
- Fullkomna svarið fáa vit tó ein dag frá Honum, sum í dag syrgir saman við teimum syrgjandi, Hann, sum elskar hvørt einasta barn, eisini tað ófødda, sigur Jenis av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald