2026-07-01 12:44
Undirvísingarstýrið hevur sett Tóru Petersen í starv sum deildarleiðara fyri sernámsfrøðiliga økið frá 1. august.
Tóra Petersen er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur ph.d.-prógv í sálarfrøði. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur og frá ymiskum almennum stovnum.
Seinasta árið hevur Tóra Petersen verið virkandi stjóri í Sernámi, og frammanundan var hon í fimm ár trivnaðarráðgevi hjá Námi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald