2026-07-01 17:51
Cecilia Nolsøe Sørensen fer komandi skúlaár at røkja starvið sum skúlastjóri í Porkeris skúla. Hetta meðan skúlastjórin er í farloyvi.
Tað skrivar Undirvísingarsstýrið á heimasíðu sínari.
Har verður upplýst, at Cecilia er 41 ára gomul og ættað av Tvøroyri.
- Umframt læraraútbúgving hevur Cecilia eisini eina B.Sc.-útbúgving innan vinnubúskap og sálarfrøði. Hon hevur fleiri ára royndir sum lærari og hevur áður røkt starvið sum skúlastjóri í eitt ár.
Cecilia byrjar í starvinum 1. august 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald