Ein bilførari, sum í gjár varð steðgaður í Kollfjarðardali, man hava havt dekan ov nógvan skund.
Hann varð tikin fyri at koyra heilar 131 kikometrar um tíman. Tað gjørdist tískil ein dýr søga, tí umframt at hann fær eina bót, spældi hann sær av við koyrikortið.
Annars vóru eisini onnur sum blivu tikin av ordansmaktini í gjár. Á breiða vegastrekkinum á Argjum nevnt Glyvursvegur vóru tveir sum koyrdu 77 km/t, 76 km/t og 72 km/t og fingu eitt klipp við á vegnum.
Á Velbastaðvegnum á veg út á Norðrasta Horn í Havn, var eisini ein sum hevði ov nógvan skund. Ein koyrdi 96 km/t eftir tí vegnum, har tað einans er loyvt at koyra 60 km/t. Har verður lagt upp til treytaða frádøming av koyrikortinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald