Kursgongdin í junimánaði hevur ikki verið nøktandi hjá fleiri av teimum 12 partabrøvunum, sum vit hava í okkara samanseting.
Samlaða avkastið uttan vinningsbýti er fyrstu seks mánaðirnar er 1,5 prosent.
Við útgoldnum vinningsbýti er avkastið 3,67 prosent (áðrenn skatt).
Danska OMX C25 vísitalið hevur í sama tíðarskeiðið hevið eitt samlað kursfall á 0,5 prosent.
Norska og svenska partabræva vísitalið vísur hinvegin ein vøkstur fyrra hálvár upp á 12,4 prosentum og 11,2 prosentum.
Gongdin í partabrævaíløguni kann siggjast í tabell uppgerðini niðanfyri:
Sum sæst á uppgerðini omanfyri er tað sera ymiskt, hvussu hevur gingið hjá teimum feløgum, sum vit valdu at gera íløgur í.
Av teimum 12 partabrøvunum hava fimm partabrøv positivan kursvøkstur, meðan 7 partabrøv hava fall í kursvirðinum fyrra hálvár 2026.
Alifeløgini hava stór kursfall í 2026
Vit valdu við ársbyrjan at gera íløgur í bæði Mowi og Bakkafrost. Tá ið bæði feløgini hava stór kursfall fyrra hálvár á 21,3 prosent og 18,5 prosent, so ávirkar hetta sjálvsagt samlaða avkastið neiliga.
Sjálvt um Bakkafrost hevði eitt betur 1. ársfjórðing í ár enn marknaðurin metti, so er kursurin síðstu tíðina fallin rímuliga nógv orsakað av generellu neiligu laksaprís útlitunum restina av árinum. Hjá Mowi sum heimsins størsti laksaframleiðari er støðan tann sama, at lækkaði laksaprísurin og útlit um lágar laksaprísir í heyst hevur givið stórt kursfall.
Føroya Banki hevur kursfall, men stórt vinningsbýti
Føroya Banki hevði ein sera góðan kursvinning í 2025 við 78 prosentum, men hevur fyrra hálvár í 2026 havt eitt kursfall á 12,5 prosent.
Tó má viðmerkjast, at Føroya Banki á aðalfundinum útlutaði 36,41 kr. pr. partabræv út til sínar partaeigarar og tí er kursurin nattúrligani fallin.
Íroknað útgoldið vinningsbýtið er talan um ein lítlan kursvinning á 0,16 prosent. Fyrra hálvár.
Føroya Banki kann framvegis vísa á góð úrslit í 2026 og hevur júst hækkað renturnar. Samstundis er Føroya Banki eitt av bíligastu bankapartabrøvunum í løtuni, við P/E á 8,65.
ABB og ISS hava sera góða kursgongd
Sveisiska/svenska industrifyritøkan ABB hevur ein kursvinning á heili +48,35 prosent fyrstu 6 mánaðirnar.
Danska reingerðingar fyritøkan ISS hevur eisini havt ein gott fyrsta hálvár við +23,4 prosentum.
Broytingar í partabrævasamanseting 1/7-2026:
Vit hava fyri fyrstu ferð síðani byrjan valt at gera hesa broyting í okkara samanseting pr. 1/7-2026:
Vit hava selt farmaskips reiðaríið D/S Norden, við einum vinningi upp á 6,9 prosent.
Samstundis keypa vit 10 partabrøv í Carlsberg B fyri 8.514 kr.
Týski stórbankin Deutsche Bank hevur 01-07-2026 hækkað virði á Carlsberg B partabrævinum til 1.220, sum er 43 prosent frá núverandi kursi pr. 01-07-2026 á 851.
Aðrar greinar um íløgur í partabrøv
Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár
Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald