Innanlands

Hildur Jørgensen sett sum einalærari í Haraldssundi

Hilda er 38 ára gomul og býr í Klaksvík

Hilda hevur undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon royndir á serøkinum (Mynd: undirvising.fo)

Hilda hevur undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon royndir á serøkinum (Mynd: undirvising.fo)

2026-07-02 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Hildu Jørgensen, sum einalærara, í Haraldssunds skúla

Hetta frá 1. august 2026.

Tað skrivar Undirvísingarstýrið á heimasíðu sínari.

Hilda Jørgensen er 38 ára gomul og býr í Klaksvík. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla við linju í alis- og evnaðfrøði, støddfrøði og ítrótti/svimjing, skrivar undirvising.fo.

- Hilda hevur undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon royndir á serøkinum.

Sí eisini: Cecilia Nolsøe Sørensen skal røkja skúlastjórastarvið í Porkeri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder