Ferðslupatruljan hjá løgregluni var í Klaksvík í gjár.
Har endaði tað við, at tvey klipp vórðu gjørdi í koyrikort hjá persónum, sum koyrdu heldur skjótt.
Hetta í einum øki, har tað bert er loyvt at koyra 40 km/t. Tá skal eitt sindur minni til fyri at geva klipp.
Persónarnir fingu eisini bót, og tað gjørdi ein ungur maður, sum stóð og pissaði nokso miðskeiðis í Havn, eisini.
Hetta var fyrrapartin mikumorgunin, tá ein patrulja koyrdi framvið. Persónurin var ikki púra edrúir og varð sektaður fyri bót á skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
At viðkomandi kastaði sær av vatinum kostaði harvið 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald