Næsta ár - fyri fyrstu ferð síðan 2015 - fer eitt nýtt land at luttaka í Eurovision Song Contest.
Kanadiski public service-miðilin CBC/Radio-Canada gjørdist herfyri limur í European Broadcasting Union (EBU), sum skipar fyr Eurovision sangkappingini, og hetta merkir, at Kanada nú kann luttaka í kappingini, skriva altjóða miðlar.
Og Kanada hevur váttað, at tað verður umboðað í kappingini í 2027, sum verður hildin í Bulgaria, sum vann ársins Eurovision í mai. Hetta var fyrstu ferð í fleiri ár, at Bulgaria luttók í kappingini.
Hóast heitið á sangkappingini er Eurovision, merkir tað ikki, at einans evropeisk lond kunnu luttaka í kappingini.
Seinast eitt nýtt land luttók í Eurovision fyri fyrstu ferð var í 2015, tá Avstralia varð boðið við.
Avstralia varð boðið við sum gestaluttakari í 2015 í sambandi við, at tað tá var 60. ferð, at skipað varð fyri Eurovision sangkappingini. Sangkappingin hevði nevniliga í nógv ár verið væl umtókt millum fólk í Avstralia.
Upprunaliga var tað ikki ætlanin, at Avstralia skuldi sleppa at luttaka aftur, men kortini hevur Avstralia verið við á hvørjum ári síðan 2015.
Millum luttakaralondini, sum ikki eru í Evropa, er Ísrael, og seinastu árini hevur luttøkan hjá Ísrael skapt øsing m.a. orsakað av krígnum í Gaza. Hetta fekk fleiri lond, sum leingi hava verið við í sangkappingini, m.a. Ísland, at boykotta Eurovision í ár.
Hóast Kanada ikki hevur verið umboðað sum tjóð í Eurovision áður, hava kanadiskir tónleikarar umboðað onnur lond í kappingini. Kendasta dømið um hetta er tann nú heimskenda kanadiska songkvinnan Céline Dion, sum vann kappingina fyri Sveis í 1988.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald