Innanlands

Yvir helmingurin ynskir at skerja talið av kommunum við tjúgu

53 prosent av teimum spurdu í kanning hjá Portalinum og FM1 siga, at vit skulu hava níggju kommunur, meðan beint 27 prosent vilja halda fast í núverandi talið, 29

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-02 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjasta veljarakannningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1 vísir stillstøðu í poltiska landsliðnum, nú nakrir mánaðir eru farnir síðani løgtingsvalið.

Sí eisini: Veljarin trýr framvegis uppá ABC

Í sambandi við kanningina mándagin 29. juli vórðu 500 fólk eisini spurd um, hvussu nógvar kommunur tey halda skulu vera í Føroyum:

Sum í dag (29 kommunur), 9 kommunur, 3 kommunur ella "Annað tal".

Har var meiriluti fyri at skerja talið við tjúgu - niður í níggju kommunur. Hetta svaraðu 53 prosent av teimum 500.

Harvið, ikki so óvæntað, er ynski um eitt væl lægri tal enn tær 29, sum eru nú.

Annars vilja 27 prosent hava sama tal, meðan 14 prosent vilja hava eitt annað tal, enn vit nevndu í kanningini.

Talan var um eitt evni, sum varð umrøtt í Stjórnini í gjár:
- Tingfólk fara ikki at tvinga kommunur saman

Um hugt verður eftir hvørjir flokkar fólk valdu, vóru tað serliga tey,  ið valdu Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýri í mars, sum vilja hava talið niður á níggju.

Nógv flest framsóknaveljarar, tað vil siga mest sannlíkt fólk úr høvuðsstaðarøkinum, ynskja at fara heilt niður á tríggjar kommunur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder