Rappbólkurin Swangah, sum við sniðfundigum tekstum og kveikjandi løgum hevur vunnið stóra undirtøku millum fólk, verður at hoyra á Summar Festivalinum, sum verður í døgunum 6. til 8. august.
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi í dag.
– Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.
Bólkurin er kendur fyri løg sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga", og "Gentan er farlig".
– Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa, skemta og skelda, í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald