Í minsta lagi 21 fólk lótu lív og umleið 90 fólk vórðu særd í einum stórum russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt.
Borgarstjórin í býnum, Vitalij Klitsjko sigur, sambært BBC, at talan er um mest umfatandi álopið á Kyiv, og hevur hann lýst sorgardag í morgin, fríggjdagin.
Sambært Reuters er talan um deyðiligasta álopið á Kyiv síðan í mai, tá 24 fólk lótu lív.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum skundaði sær heim frá vitjan í Írlandi, sigur, at skaðar eru fráboðaðar á yvir 20 støðum í høvuðsstaðnum.
Sambært talsfólki hjá ukrainska flogherinum, hevur Russland sent 74 rakettir og 496 dronur inn yvir Ukraina í nátt.
Russland sigur, at álopini á Ukraina vóru aftursvar fyri ukrainsk dronuálop á Russland seinastu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald