Mentan

G!: Marius DC fyri Irah

Bretski Irah, sum skuldi framføra á G festivalinum hevur verið noyddur at geva avboð vegna álvarsliga sjúku og skurðviðgerð

Marius DC (Savnsmynd)

Marius DC (Savnsmynd)

2026-07-02 20:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyriskiparar av G!, sum verður í Syðrugøtu seinni í hesum mánaðinum, boða í dag frá einari broyting í skránni.

Bretski Irah, sum skuldi framføra á festivalinum hevur verið noyddur at geva avboð, og í staðin verður Marius DC lagdur afturat skránni.

Fyriskiparar av G! skriva m.a.:

Vegna álvarsliga sjúku hevur Irah verið undir bráðneyðugari skurðviðgerð, og sambært læknunum kann hann ikki flúgva komandi fýra vikurnar. Tískil ber ikki til hjá honum at koma til Føroya at framføra á G! í ár.

Vit eru sera hørm um stöðuna. Heilsan má koma í fremstu røð, og vit senda Irah okkara bestu ynski um skjótan og góðan bata, skrivar G!

Vit hava havt gott samskifti við umboðsfólk hansara, og vónin er, at vit í staðin kunnu bjóða Irah vælkomnum á G! í 2027. Meira kunning kemur, so skjótt alt er komið upp á pláss.

[object Object]
Irah varð fyrsta navnið, sum G! kunngjørdi úr skránni á ársins festivali (Savnsmynd)

Í hansara stað kemur ein av okkara mest spennandi ungu røddum á føroyska tónleikapallinum – Marius DC.

Við síni sermerktu samanrenning av hipphoppi, R&B og alternativum poppi hevur Marius DC av sonnum gjørt vart við seg, sum eitt av teimum mest lovandi føroysku növnunum. Vit eru sera fegin um, at tað lá fyri hjá honum, at traðka til við so stuttum skotbrái, og vit gleða okkum at bjóða honum á pall á G! í juli.

Hetta hava verið nakrar kenslubornar vikur hjá festivalinum eftir syrgiliga missin av okkara høvuðsnavni, Oliver Tree. Tað er nú vorðið okkum enn greiðari, at festivalar snúgva seg um at koma saman og stuðla hvørjum øðrum. Vit gleða okkum at luta ta kensluna við tykkum á Gøtusandi um tvær vikur.

Les eisini: G! festivalurin: - Okkara hjørtu eru tung í kvøld

Verið við til at senda Irah tykkara bestu heilsanir og ynski um skjótan bata – og takið samstundis væl ímóti Mariusi DC á G! 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder