Tíðliga í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um grovan harðskap á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum.
Talan var um ein ungan mann, sum var blivin sligin við einum brotnum glasi. Hann hevði fingið skaðar í andlitið, armin og bringuna.
Løgreglan veit, hvør tað er, sum hevur framt harðskapin. Tað er ein ung kvinna, sum løgreglan nú roynir at fáa fatur á.
Løgreglan hevur í nátt havt samband við hana umvegis telefon, men tá var hon ikki sinnað at samstarva við løgregluna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at rúsdrekki var uppií málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald