Talið á deyðum eftir jarðskjálvtunum í Venesuela er nú komið upp á 2.595, sigur virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez.
Túsundatals fólk eru framvegis saknað, og væntast kann tí, at talið á deyðum fer at hækka.
Rodríguez undirstrikar, at bjargingararbeiðið framvegis er í gongd, og eru bjargingarfólk komin úr nógvum londum at hjálpa.
189 bygningar rapaðu undir jarðskjálvtunum, sum raktu 24. juni. Teir høvdu eina styrki á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum.
Talan erum harðastu jarðskjálvtarnir í Venesuela síðan 1900.
Eitt av harðast raktu økjunum er La Guaira norðanfyri høvuðsstaðin Caracas. Har hava nærum øll lokal embætisfólk latið lív.
Virkandi forsetin í Venesuela sigur, at Altjóða Gjaldoyragrunnurin (IMF) og Heimsbankin hava bjóðað venesuelum hjálp. Venesuela fer, í samstarvi við IMF, at seta á stovn ein enduruppbyggingargrunn fyri 200 milliónir dollarar - 1,3 millairdir krónur.
ST-felagsskapir hava ávarað um stórt trot á mati og skjóli.
Les eisini: 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald