Ukraina fer at svara aftur, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eftir at Russland náttina til hósdagin framdi eitt stórt álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
Umleið 30 fólk lótu lív í álopinum, og í minsta lagi 92 fólk vórðu særd.
Skaðar vórðu fráboðaðar á yvir 20 støðum í høvuðsstaðnum, og Zelenskyj vitjaði í gjár ein íbúðarblokk, sum varð raktur av álopinum.
Ein goymsla hjá ukrainska Reyða Krossi varð sambært hjálparfelagsskapinum eisini rakt, og upplýst varð, at felagsskapurin hevði mist neyðhjálp fyri umleið 13 milliónir krónur, skrivar Ritzau.
Russiska verjumálaráðið hevur váttað álopini, sum sambært russum vóru aftursvar fyri ukrainsk dronuálop á Russland seinastu tíðina.
Álopini á Ukraina hildu fram í nátt, og Ukraina hevur eisini framt dronuálop á Russland í nátt. Boðað er frá fleiri deyðum og særdum, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald