Eins og vanligt, er Varmakelda fyrst í juli, og fuglfirðingar gera nógv burturúr.
Tey hava ikki FM-kappróður hesaferð, ta verður í Vestmanna, men nógv annað er á skránni á ítróttaøkinum.
Besta mansliðið hjá ÍF spælir móti Víkingi í 1. deild í annaðkvøld, kappingar vera á vøllinum, og HM-dystir verða vístir á stórskermi við ÍF-húsið og í Etasjuni.
Stór heiðurskonsert verður eisini fyri Stanley Samuelsen í kvøld, fríggjakvøldið.
Livandi Varmakelda leygarkvøldið og sunnunáttina
Í morgin verður Mentanarhúsið karmur um annað tónleikatiltak.
Eins og í fjør, verður Livandi Varmakelda fyrsta leygarkvøld í
juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Nógv, og ymisk føroysk nøvn, koma at framføra. Gestirnir kunnu vænta sermerktar tónleikaupplivingar, tí ljóð- og ljósgóðskan í Mentanarhúsinum er á sera høgum støðið, boða fyrireikararnir frá.
Die FÆRØSCHE POLKABAND er fyrst á pallin, og so koyrir tað við framførslum til klokkan 02.00, har DJ-show er á skránni.
Skráin sæst niðanfyri:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald