2026-07-04 09:40
Eins og hinir føroysku bankarnir, hækkar Norðoya Sparikassi eisini sína rentu.
Hetta hendi, eftir at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna í juni við 0,25 prosentstigum.
Inn- og útlánsrentur hjá Norðoya Sparikassa hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 20. august.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið
broytingarnar koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald