Innanlands

Bilurin endaði á takinum

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Vági – Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ikki stóran skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-04 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á Nesi í Vági.

Talan var um ein bil, sum var farin út av vegnum og var endaður á takinum. Førarin var einsamallur í bilinum.

Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu boðsend, og við vegleiðing frá bjargingarfólki, slapp bilførarin skjótt úr bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Førarin var væl fyri og hevði ikki fingið nakran stóran skaða, men hann varð tó koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar.

Orsøkin til óhappið var, at bilførarin hevði mist tamarhaldið á bilinum, og var førarin ikki ávirkaður, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder