Stórar byggiverkætlanir krevja stóran grevstur, og við tí fylgja eisini stór opin sár í lendinum, har grivið verður. Slíkar stórar vega- og byggiverkætlanir leggja trýst á lívmargfeldið.
Í flestu førum verður sáað við grasi, og so líðandi hvørva sjónligastu prógvini um, at inntriv eru gjørd í lendið.
Men tá grivið varð út fyri nýggja røktarheiminum á Stórubrekku, varð flagið í staðin grivið omanav fyrst.
Ein partur av flagnum varð lagt á skráarnar við røktarheimið, og ein annar partur varð lagdur út framvið nýggja innkomuvegnum, sum bleiv tikin í nýtslu í fjørsummar.
Endamálið við at endurnýta flagið og heiðalyngin er millum annað at varðveita natúrligu lendisviðurskiftini í staðin fyri at sáa við nýggjum, útlendskum grasfræi.
Við at varðveita og endurnýta verandi jarðarlag og gróður, verður lagt upp fyri einum natúrligum og varandi vøkstri á tí nýggja økinum, sum eisini stuðlar undir varðveiting av upprunavøkstri, lívfrøðiligum margfeldni og vistfrøðiligari javnvág.
![]()
Ikki roynt fyrr í Føroyum
Býargartnarin og Býarskipanarnevndin í Tórshavnar kommunu gjørdu í fjør eitt tilmæli um at gera eina slíka royndarverkætlan, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr.
Articon, sum stóð fyri arbeiðnum við Havnarvegnum, og sum eisini byggir nýggja røktarheimið á Stórubrekku, fekk til uppgávu at loysa og flyta flagið og at leggja tað á aftur á nýggjum stað.
Tað varð gjørt í fjørheyst, og higartil sær út til, at hetta hevur eydnast væl. Men tað verður helst ikki fyrr enn næsta summar, at tað ber til at gera eina endaliga niðurstøðu um, hvussu hetta hevur riggað.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald