Innanlands

Nýggjur brandbilur til Sløkkiliðið í Norðoyggjum

Nýggi brandbilurin hjá Sløkkiliðnim í Norðoyggjum, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu, varð avhendaður í gjár

(Mynd: Hvannasunds kommuna)

(Mynd: Hvannasunds kommuna)

2026-07-04 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var tilbúgvarleiðarin fyri Sløkkiliðið í Norðoyggjum, Finn Hansen, á gátt í Hvannasunds kommunu fyri at avhenda nýggja brandbilin hjá Sløkkiliðnim í Norðoyggjum, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu.

Sostatt er gamli brandbilurin, sum hevur tænt fyri seg, farin av økinum aftur, skrivar Hvannasunds kommuna í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at nýggi bilurin er serliga væl egnaður til alla tilbúgving í sambandi við stormskaðar og tílíkt.

Tilbúgvingarnevndin í Norðoyggjum samtykti at raðfesta nýggjan brandbil til økið í tronganum á fíggjarætlanini til inniverandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder