Ein persónur varð í gjár skuldsettur fyri at brúka grovan harðskap móti einum øðrum í Steinatúni í Havn, upplýsir løgreglan.
Tað var stutt fyri klokkan 18, at løgreglan var í Steinatúni og leitaði eftir einum persóni í sambandi við eitt ávíst mál, at ein persónur reisti seg upp og fór at rópa ókvæmisorð eftir løgregluni og segði seg vilja berjast við løgregluna.
Viðkomandi fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri at vera til ampa, men tað var ikki tann einasta skuldsetingin, hann fekk tann dagin, tí nakrar tímar seinni - stutt fyri klokkan 22 - vóru aftur trupulleikar við sama persóni.
Hesa ferð varð løgreglan boðsend til ófrið í Steinatúni, og tá varð viðkomandi handtikin fyri at sparka ein liggjandi persón í høvdið og sláa viðkomandi við einari fløsku. Viðkomandi sló so hart, at fløskan brotnaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald