Innanlands

Landsstýrismaður: Siðbundna mentanin í fólkaskúlanum skal kannast

– Tað týdningarmesta fyri meg er, at vit eisini í framtíðini hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum, sigur Bárður á Lakjuni

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-05 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum, vil hava at vita, hvussu støðan hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini í fólkaskúlanum er

Landsstýrismaðurin hevur tí biðið umsitingina í Mentamálaráðnum gera eina frágreiðing um støðuna hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini annars í fólkaskúlanum, sigur hann við Skúlablaðið.

Frágreiðingin verður liðug í komandi skúlaári.

– Tað er týdningarmikið, at vit hyggja nærri at støðuni sum heild viðvíkjandi morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnari mentan í fólkaskúlanum. Við eini kanning fáa vit eina greiðari mynd av, hvussu hetta verður framt í praksis, og hvussu tað møguliga kann styrkjast framyvir, sigur landsstýrismaðurin.

– Tað týdningarmesta fyri meg er, at vit eisini í framtíðini hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder