Uttanlands

Venesuela: Nærum 3.000 deyð

Í minsta lagi 2.954 fólk eru deyð, eftir at tveir jarðskjálvtar raktu suðuramerikanska landið 24. juni

Bjargingarfólk úr Brasil í statinum La Guaira, sum er millum harðast raktu økini (Mynd: Martin Bernetti/AFP/Ritzau Scanpix)

Bjargingarfólk úr Brasil í statinum La Guaira, sum er millum harðast raktu økini (Mynd: Martin Bernetti/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-05 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum í Venesuela, sum 24. juni varð rakt av tveimum stórum jarðskjálvtum, nærkast nú 3.000.

Leygardagin varð boðað frá, at í minsta lagi 2.954 fólk vóru deyð, og fleiri enn 16.000 fólk eru særd.

Sagt verður, at yvir 41.000 fólk framvegis eru saknað, skrivar Reuters.

Fleiri bygningar eru oyðilagdir, og fleiri enn 16.000 fólk eru vorðin heimleys.

Jarðskjálvtarnir høvdu eina styrki á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum, og talan erum harðastu jarðskjálvtar í Venesuela síðan 1900.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder