2026-07-05 10:10
Í nátt um klokkan hálvgum trý steðgaði løgreglan einum bili í Sandoynni, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður.
Førarin varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og varð hann síðani leyslatin aftur.
Førarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og úrslitið av blóðroyndini verður avgerandi fyri, hvat hendir víðari í málinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald