2026-07-05 11:20
Í gjár varð ein útlendingur afturhildin á Vága floghavn orsakað av illgruna um ólógligt arbeiði í Føroyum.
Talan er um ein persón, sum kennir Føroyar væl og hevur vitjað í Føroyum javnan seinastu mongu árini. Viðkomandi hevur áður arbeitt í Føroyum við loyvi, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Viðkomandi bleiv avhoyrdur, skuldsettur og leyslatin, og málið skal nú kannast nærri. Hann noktar, at hann hevur ætlanir um at gera nakað ólógligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald