– Vit kunnu ikki steðgast.
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump m.a., tá hann seint í gjárkvøldið amerikanska tíð helt ræðu á National Mall í Washington D.C. í sambandi við amerikanska tjóðardagin 4. juli.
Í ár var tjóðardagurin heilt serligur, tí júst 250 ár vóru liðin, síðan USA varð lýst sum sjálvstøðug tjóð.
Røðan hjá forsetanum varð hildin seinni enn væntað orsakað av illveðri. Trump fór upp á røðarapallin klokkan 23.15 leygarkvøldið amerikanska tíð - klokkan 4.15 sunnumorgunin føroyska tíð, skrivar Ritzau.
Trump segði í røðuni, sum var nærum 40 minuttir lang, at hann hevði verið sinnaður at bíða uppaftur longri, um tað hevði verið neyðugt.
Í røðu síni fordømdi Trump m.a. kommunismu, sum hann segði vera ein hóttan.
– Kommunisman er ein tapari, og tað fer hon altíð at vera. Kommunistiska skipanin er tað øvugta av amerikonsku skipanini, og kommunistiska skipanin hevur onganríð riggað, segði hann m.a.
Trump segði eisini, at søga USA vísir, at landið "ongantíð fer at loyva nøkrum at taka okkara frælsi frá okkum".
Trump vísti eisini eitt flagg, sum sambært honum er elsta amerikanska flaggið í heiminum.
– Tað er frá 1777, tað hevur 13 stjørnur og 13 strípur frá teimum 13 statunum, sum loystu 4. juli, greiddi Trump frá.
![]()
(Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald