Uttanlands

Trump skal hitta starvsbrøður úr Ukraina og Sýria

Hetta verður í sambandi við Nato-toppfund í Ankara

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Evan Vucci/Reuters/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Evan Vucci/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-06 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna er Nato-toppfundur í turkiska høvuðsstaðnum Ankara, og í hesum sambandi skal amerikanski forsetin, Donald Trump bæði hitta forsetan í Sýria og Ukraina.

– Mikudag seinnapart fer Trump forseti at luttaka í tvílandafundum við Zelenskyj forseta úr Ukraina og al-Sharaa forseta úr Sýria, sigur Anna Kelly, varatalsfólk hjá Hvítu Húsunum sambært Ritzau.

Trump og Zelenskyj fara, sambært einum ónevndum amerikanskum embætisfólki, at umrøða møguleikan fyri at fáa ein enda á krígnum.

Eftir hetta fer Trump at "fylgja upp" við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Trump hevur um vikuskiftið tosað í telefon við bæði Zelenskyj og Putin.

Les eisini: Trump tosað við Putin og Zelenskyj

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder