Innanlands

Strandferðslan: Nýtt ferðafólkakort skal gera tað lættari at uppliva Føroyar við almennari ferðslu

Endamálið við kortinum er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast til at vitja ymisk ferðamál kring landið á ein lættan og umhvørvisvinarligan hátt

(Mynd: Strandfaraskip Landsins)

(Mynd: Strandfaraskip Landsins)

2026-07-06 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum nakað nýtt hevur Strandferðslan givið út eitt ferðafólkakort, ið er serliga ætlað ferðafólkum.

– Endamálið við kortinum er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast til at vitja ymisk ferðamál kring landið á ein lættan og umhvørvisvinarligan hátt, skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi.

Ferðafólkakortið fæst á Farstøðini í Tórshavn og á høvuðsskrivstovuni hjá Strandferðsluni á Tvøroyri.

Umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, inniheldur faldarin eisini ítøkilig uppskot til dagstúrar kring Føroyar. Allir túrarnir taka útgangsstøði í Farstøðini í Havn, sum er høvuðsknútapunktið hjá Strandferðsluni, og fevna um ferðamál í øllum landinum.

– Við ferðafólkakortinum ynskir Strandferðslan bæði at eggja fleiri fólkum at nýta almennu ferðsluna og samstundis at minka um trýstið frá vaksandi bilaferðslu á smærri ferðamálunum kring landið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder