Í gjár tók løgreglan fleiri bilførarar fyri ymisk lógarbrot, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Søldarfirði vóru tveir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Ein fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 72 kilometrar um tíman, og hin fekk bót fyri at koyra 68 kilometrar um tíman. Eisini fekk ein bilførari klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni.
Umframt hetta vóru tvey ferðsluóhapp skrásett í gjár.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, eftir at hann hevði koyrt út av gamla Velbastaðvegnum, og í Funningsfirði var ein lítil samanstoytur millum ein bil og tvær súkklur, men talan var ikki um nakran álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald