Innanlands

Lærarar síggja avleiðingarnar av stórari skíggjanýtslu

Snildfonin og skíggjanýtslan er heilt víst ein av høvuðsorsøkunum til øðrvísi barnalyndið og broyttu lærarauppgávuna, sigur Annvør Nielsen, lærari í Skúlanum á Fløtum við Skúlablaðið

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2026-07-06 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast næmingar ikki sleppa at hava telefon í skúlanum, síggja lærarar avleiðingarnar av stórari skíggjanýtslu.

Tað sigur Annvør Nielsen, lærari í Skúlanum á Fløtum.

Evnini at hugsavna seg um skúlaarbeiðið versna. Bæði, tí at næmingar eru vanir við at fáa alt serverað gjøgnum myndir/ljóð, men eisini tí, at teir mangan sova ov lítið. Tað sigur hon í samrøðu við Skúlablaðið.

- Hetta síggja vit sera væl í eldru flokkunum. Snildfonin og skíggjanýtslan er heilt víst ein av høvuðsorsøkunum til øðrvísi barnalyndið og broyttu lærarauppgávuna.

Annvør Nielsen heldur, at flokslæraraleikluturin er vorðin so mikið krevjandi, at tað skulu tveir lærarar til at røkja hesa uppgávu, tí annars fer eingin at átaka sær uppgávuna um nøkur ár.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder