Innanlands

Vágur vitjan av Hebridean Sky

Ferðafólkaskipið Hebridean Sky við 95 ferðafólkum vitjaði í Vági sunnumorgunin, og skipið vitjar aftur tvær ferðir í august

Hebridean Sky er 90,36 metrar langt og hevur pláss fyri 120 ferðafólkum

Hebridean Sky er 90,36 metrar langt og hevur pláss fyri 120 ferðafólkum

2026-07-06 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ferðafólkaskipið Hebridean Sky vitjaði í Vági sunnumorgunin.

Skipið kom tíðliga á morgni, klokkan 6.00, og umborð vóru 95 ferðafólk, umframt manningin.

Ferðafólkini fóru á útferðir til Eggjarnar og Vágseiði. Summi fóru við bussi suðureftir, meðan onnur spákaðu runt í Vági.

Talan var um eina stutta vitjan hesa ferð. Skipið loysti aftur um 13 tíðina og setti kós móti Stornoway.

Hetta verður tó ikki seinasta vitjanin hjá Hebridean Sky í ár. Skipið vitjar aftur tvær ferðir í august.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder