Uttanlands

Frakland: 10.000 fólk flutt undan skógareldi

Í m.a. Spania eru fólk eisini flutt undan eldinum

(Mynd: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-06 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Fraklandi eru umleið 10.000 fólk flutt úr fleiri lítlum bygdum nær við markið til Spania orsakað ev einum skógareldi, sum tamarhald enn ikki er fingin á.

Hitabylgjan, sum í juni rakti Frakland og Vesturevropa er orsøkin til, at stór øki eru vorðin meira viðkvæm fyri náttúrueldum í ár, skrivar Ritzau.

Umleið 46 ferkilometrar av lendi er brent í Fraklandi, og á sponsku síðuni av markinum - í Katalonia - er talan um 22 ferkilometrar.

Myndugleikarnir í Katalonia søgdu tó leygardagin, at støðan var trygg, og at eldurin fór at verða sløktur í vikuni.

Løgreglan í økinum hevur handtikið eitt starvsfólk, sum arbeiðir fyri myndugleikarnar. Orsøkin er, at viðkomandi er undir illgruna fyri at hava ásett eldin við einum vinkulslípara í sambandi við vegarbeiði.

Í Castellon-landslutinum sunnan fyri Katalonia eru 500 fólk flutt burtur orsakað av náttúrueldi í Sierra de Espadan tjóðgarðinum, og boðað verður eisini frá náttúrueldum í m.a. Portugal og Grikkalandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder