Nú skal vakrasti urtagarður í Klaksvíkar kommunu fyri 2026 finnast, og fólk kunnu melda seg ella ein, sum tey kenna til kappingina.
Ein dómsnevnd kemur at hava eina skoðan í summar - væntandi í viku 30 - og í august verður vinnarin avdúkaður, og vinningur verður latin til besta urtagarð, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Í ómsnevndini sita Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvíkar kommunu og ein uttanveltaður serkønur persónur.
Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:
- Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
- Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
- Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
- Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
- Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt
Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost [email protected]. Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður. Tey, sum verða innstillað, blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka. Freistin at melda til er 16. juli klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald