Tað verður ein av allarstørstu føroysku rokkbólkunum, Moirae, ið sleppur at hita pallin til Queen Machine við Tjarnir 12. september.
Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Í nítiárunum var bólkurin sera nógv virkin. Teir vunnu allar fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995 og spældu bæði heima og úti, inntil teir á ólavsøku 1998 góvust. Á Summarfestivalinum 2019 hevði bólkurin eina come back konsert, men hevur ikki verið á palli síðan.
Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki í nítiárunum. Løg sum "Eg flýggi til tónleikin", "Tú", "Hvussu kann eg vita", "Myndugleikin", "Brillumenn" eru langt síðan vorðin fólkaogn.
Moirae gjørdist veruleiki mitt í nítiárunum, tá limir í Chase, Frændur, Terja & Føstufressum, Barlast, Rockmonnum, Musketerarnunum, Húskallum, Kim og Co. og the Funkies, stovnaðu tað, ið tá mátti metast sum ein veruligur føroyskur superbólkur.
Nú 30 ár eftir fyrstu útgávuna eru vit errin aftur at kunna bjóða føroyingum Moirae í allar bestu kørmum.
Á konsertini við Tjarnir verður tað Jósva Debes, ið avloysir Kaj Johannsen, sála, handan trummurnar. Men annars er manningin tann sama sum vit minnast: Terji Rasmussen, Kim Hansen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen. Eisini tónleikurin er tann sami, føroyski nítíárarokkurin, sum bergtók føroyingar og støðugt ger.
Ger teg til reiðar at flýggja til tónleikin enn einaferð tá Moirea hitar upp fyri Queen Machine á Føroya størsta innandurða palli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald