Innanlands

Barnakonur fáa nú ókeypis koppseting fyri RS-virus

Endamálið er at verja tey minstu børnini, sum eru serliga viðkvom fyri álvarsamari sjúku av RS-virusi

2026-07-07 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Barnakonur fáa nú tilboð um ókeypis koppseting fyri RS-virus.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum fer í morgin, mikdagin 8. juli 2026, at seta í gildi kunngerð, sum tryggjar, at koppsetingin verður partur av ókeypis koppsetingartilboðunum til barnakonur. 

Hetta skrivar Heilsu- og Orkumálaráðið

- RS-virus er eitt vanligt andaleiðsvirus, sum serliga ger um seg í heyst- og vetrarmánaðunum. Hjá teimum flestu elvir RS-virus til mild krímlíknandi sjúkueyðkenni, men hjá smáum børnum – serliga nýføðingum og pinkubørnum – kann sjúkan gerast álvarsom og í summum førum krevja innlegging. 

Við koppsetingini verður barnið vart fyrstu mánaðirnar eftir føðing. Tá barnakonan verður koppsett, verða mótevni flutt frá mammuni til barnið í móðurlívinum. Hetta minkar um vandan fyri, at barnið fær álvarsama sjúku av RS-virusi í fyrstu livimánaðunum. 

- Endamálið er at verja tey minstu børnini, sum eru serliga viðkvom fyri álvarsamari sjúku av RS-virusi. Við hesum fáa barnakonur eitt ókeypis tilboð, sum kann vera við til at fyribyrgja álvarsama sjúku og innlegging hjá pinkubørnum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 

Mælt verður til, at barnakonur, sum hava termin upp undir og í RS-virusárstíðini, fáa koppsetingina í sambandi við triðju fyribyrgjandi barnsburðarkanningina hjá egnum lækna, vanliga umleið í 32. barnsburðarviku. Koppsetingin kann gevast í tíðarskeiðinum frá 24. til og við 35+6 barnsburðarviku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder