Freistin at søkja um upptøku á Fróðskaparsetur Føroya fyri skúlaárið 2026/2027 var úti á midnátt 1. juli.
Eftir umsóknarfreistina er gjørt upp, hvussu nógv hava søkt um lestrarpláss. Og setur.fo staðfestir, at tað standa 11,5 prosent fleiri umsóknir á botnlinjuni enn í fjør.
Tilsamans komu 427 umsóknir inn, samanborið við tilsamans 383 í fjør.
345 hava søkt um bachelorpláss, 77 um masterpláss, og fimm hava søkt um útbúgvingarpláss á hjánámi, upplýsir Fróðskaparsetrið.
Yvirlit sæst í talvuni niðanfyri, og síðani hvat setur.fo skrivar um umsóknirnar. Sum sæst, er nógv størstur áhugi fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði og til lærara.

Sum sæst á talvuni, so er ikki heilt snórabeint at samanbera ár fyri ár, tí nakrar av útbúgvingunum verða bara bodnar út annaðhvørt ár og onkur triðjahvørt, umframt at nýggjar útbúgvingar eisini órógva samanberingina.
Tó kann sigast, at samlaða umsøkjaratalið hevur ikki verið so stórt síðani 2021, tá 456 søktu um lestrarpláss á Setrinum. Í 2021 gekk koronusjúkan, og hon hevur helst eisini ávirkað umsøkjaratalið tað árið.
Miðalaldurin á umsøkjarunum er í ár farin niður um tey 30. Hann var 30,2 ár í 2025 og er nú 29,5 ár.
Kynsbýtið á umsøkjarunum er líka so skeivt, sum tað var í fjør: 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn. Á leið sama skeiva kynsbýti er á mongum universitetum uttanlands.
Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og fríggjadagin fáa umsøkjarar svar. Tey, sum fáa lestrarpláss í boði, skulu svara, um tey taka av ella ikki áðrenn 1. august. Eftir tað verður lýst við tøkum lestrarplássum á teimum útbúgvingum, sum ikki eru fult teknaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald