Uttanlands

Borgarstjórin í Bissen vitjaði borgarstjóran í Klaksvík

David Viaggi og Karl Johansen eru báðir spentir til Champions League-dystin í kvøld. Kommunan í Luksemborg telur umleið 3.500 íbúgvar, og fótbóltsliðið er á fyrsta sinni umboðað í Champions League

Karl Johansen og David Viaggi á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í dag (Mynd: klaksvik.fo)

Karl Johansen og David Viaggi á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í dag (Mynd: klaksvik.fo)

2026-07-07 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag vitjaði borgarstjórin í Bissen í Luksemborg, David Viaggi, Karl Johansen, borgarstjóra. Vitjanin var komin í lag í sambandi við Champions League dystin millum KÍ og FC Atert Bissen, sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld.

FM1 sigur frá hesum dystinum og nógv tilfar verður eisini á Portalinum

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tá ið borgarstjórin úr Bissen frætti, at lið hansara skuldi møta einum liði úr einum líka lítlum býi sum hansara, fekk hann hug at koma við:  Hann vildi eisini fegin hitta borgarstjóran og fáa innlit í, hvussu umstøðurnar eru í Klaksvík.

Bissen er ein lítil kommuna í Luksemborg. Kommunan telur umleið 3.500 íbúgvar. Seinastu árini hevur fótbólturin veruliga vunnið seg fram í Bissen, og í ár er fyrstu ferð at FC Atert Bissen hevur tryggjað sær luttøku í UEFA Champions League. Hetta sum meistari í Klaksvíkar kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder