Uttanlands

USA rakt yvir 80 iransk mál

Talan er um aftursvar fyri iransk álop á handilsskip í Hormuzsundinum, sigur amerikanski herurin

Skip í Hormuzsundinum. Amerikonsku álopini eru, sambært amerikanska herinum, aftursvar fyri iransk álop á sivilu skipaferðsluna í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

Skip í Hormuzsundinum. Amerikonsku álopini eru, sambært amerikanska herinum, aftursvar fyri iransk álop á sivilu skipaferðsluna í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-08 08:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið og í nátt hevur amerikanski herurin lopið á mál í Iran og skip hjá iransku kollveltingarverjuni, upplýsir amerikanski herurin á sosiala miðlinum X.

Álopini eru, sambært amerikanarum, eitt aftursvar fyri álop hjá Iran á sivila skipaferðslu í Hormuzsundinum.

Fleiri enn 80 mál eru rakt - harímillum 60 skip hjá iransku kollveltingarverjuni. Umframt skip eru m.a. iranskar loftverjuskipanir, radarastøðir og eftirlitsskipanir álopnar.

Endamálið var at minka um møguleikarnar hjá Iran at fremja álop móti handilsskipum, sum sigla gjøgnum sundið, sigur amerikanski herurin.

Sambært USA hevur Iran lopið á trý handilsskip í Hormuzsundinum, og hesi óprovokeraðu álopini er greitt brot á ávtaluna um vápnahvíld millum londini.

Iran leggur harafturímóti USA fyri at hava brotið vápnahvíldina og hevur lovað "eitt knúsandi aftursvar".

Miðskeiðis í juni samdust USA og Iran um eina avtalu um vápnahvíld, sum gav USA og Iran 60 dagar at samráðast um eina endaliga friðaravtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder